Erhard Olsen er saman við familjuni búsitandi í Rødby á Lollandi Falster:

TRÍVIST VÆL SUM SJÒMAÐUR OG TÓNLEIKARI Í DANMARK

av. Símun úr Konoy

 

 

Seinastu 25 árini hevur strandingurin, Erhard Olsen, verið búsitandi í hugnaliga býnum Rødby Havn á Lollandi Falster.
Konan, Susanne, er donsk, og er ættað úr Fredericia. Saman hava tey 1 barn, Frederik, sum hevur 2 børn, sum eita Emil og Phillip. Har umframt hevur Erhard eina dóttur í Føroyum, sum eitur Sjanne. Hon hevur ein drong sum eitur Óðin
Susanne er í starvi á einum búfelagsskapi sum umsorgarhjálpari. Í frítíðini tekur hon sær av børnunum, umframt abba- og ommubørnunum. Eisini dámar henni sera væl at dyrgja úti á Alnótini.
Erhard sigur, at hann hevur verið heppin at hava fingið eina so góða konu. Tey hittust fyrstu ferð í 1976 í Fredericia, og hava verið saman líka síðani. Skipið, hann var við, skuldi á beding. Um hettar mundið sigldi hann úti í stóru verð, og hvat skal ein sjómaður taka sær til uttan at fara í býin, tá ið skipið er í dokk. Dagin í dag hevur hann heldur ilt við at skilja, hvat hon sá í honum á sinni, men tað sigst, at kærleikin kennir eingi mark.
Erhard hevur verið í starvi sum tænstumaður hjá DSB í Rødby Færge líka síðani 1979. Í løtuni siglir hann sum skipsassistentur við M/F Holger Danske. Hann trívist sera væl í hesum starvinum.
Erhard hevur nóg mikið av frítíðarítrivum. Honum dámar m.a. sera væl at fáast við bilar av øllum slagi. Og so er tað tónleikurin, sum hann er sera hugtikin av. Ár um dag hevur hann verið til mangan tónleikafestivalin kring alt Danmark, m.a. nýtti hann fyri kortum høvið til at heilsa uppá Guðrun Sólju Jakobsen, tá ið hon traðkaði upp á Lollandi. Í hesum sambandi eiga vit ikki at gloyma, at Erhard var ein kendur tónleikari, tá ið hann var unglingi heima í Føroyum. Tað kemur meira enn so fyri at hann við Yamaha Keyboardinum undirheldur til ymisk tiltøk, m.a. tá ið føroyingafelagið á Lollandi og Falster skipar fyri veitslu.

Barnaárini
Erhard Olsen hevur alt gott at bera barnaárum sínum. Hann minnist, at hvønn sunnudag fór familjan í kirkju, og tá ið tey onkran sunnudagin ikki fóru í kirkju, tá varð ístaðin lestur lisin. Tá ið kirkjugongd var, varð bannað at fara út at spæla av tí at tað var synd. Og hann helt seg trúliga innandura, tí foreldrini søgdu við hann, at fór hann uttar undir kirkjutíð fór eitt skepilsi av einari kúgv, ið nevndist “Ólamua”, at pína og eta hann. Um hettar mundið var hann um 4-5 ára aldur, so hann var sjálvandi ræðslusligin bert við tankan um hesa vælsignaðu kúgv.
Í fimmtiárunum var tað ikki eins lætt sum tað er í dag at fáa hendur á ymsu brúkslutunum, men tey høvdu altíð nokk av mati. Kaffi og te kundu tey sjálvandi ikki dyrka, men ivaleyst var av seyði, fugli og fiski. Ein partur av matinum varð saltaður og lagdur í tunnur til veturin. Kúgv var í nærum hvørjum kjallara ella í fjósinum við síðuna av húsunum.
Árini í barnaskúlanum vóru so sum so. Hann lærdi at rokna, skriva og lesa – annað hevði ein ikki brúk fyri tá á døgum. Ein hending, ið hevur fest seg í minninum er, tá ið hann ein dagin hevði gloymt at gera skúlating. Hann skuldi duga eitt ørindi úr bíbliusøguni uttanat, men tá ið hann varð róptur upp til stranga læraran at lesa tað, dugdi hann tað sum sagt ikki. Hetta hevði við sær, at lærarin sló hann so dygt undir vangan við bókini, at kjálkin bæði hovnaði og rodnaði. Men einki er so ringt at tað ikki er gott fyri okkurt annað, tí eftir hetta dugdi hann sína bíbliusøgu.

Veturin
Erhard minnist, at børnini stutt sagt elskaðu føroyska veturin. Altíð var ivaleyst av kava, so alt bar til. Sleðurnar smíðaðu børnini sjálvi, og hetta var gott, tí tá gjørdu tey sjálvi av hvussu stórar og smáar tær skuldu vera.
Í flestum førum vóru tær settar saman av tveimum træpettum, ið vórðu sagaði til soleiðis, at tey boygdu upp eftir framman. Síðani varð ein masinik-pláta smíðað niður á við hála endanum vendandi niðureftir. Hesar sleðurnar kundu taka eina óvanliga stóra ferð á seg, tá ið børnini fóru fúkandi oman eftir mørkini.
Onkuntíð fóru børnini til fjals við hesum sleðunum, og ferðin var øðilig, tá ið tey komu flúgvandi oman í bygdina, men tað kom nærum ikki fyri, at nakar kom álvarsliga til skaða.

Dansurin
Tá ið Erhard var um 14-ára aldur varð hann noyddur at læra seg at dansa bæði føroyskan og enskan dans, tí hann kundi jú ikki fara í dansistovuna á Strondum uttan at duga at dansa. Systir hansara, Bina, og nakrar av vinkonum hennara vóru lærumeistarar, og hetta dámdi Erhardi sera væl. Bina átti ein Philips plátuspælara, hann varð dúgliga nýttur, og skjótt varð Erhard ein sannur Fred Astair á dansigólvinum.
Synd er at siga, at dansistovan á Strondum tá á døgum var stór. Hon kundi taka um 200 fólk, men tað kom meira enn so fyri, at eini 400 atgongumerki vórðu seld, so mangan var trongligt. Til enska dansin varð ein bandupptakari nýttur, og til tann føroyska, føturnar. Sum heild var altíð gott lag, men viðhvørt komu menn upp at tjakast um dansast skuldi føroyskt ella enskt. Erhard minnist, at einaferð reyk bandupptakarin út gjøgnum vindeygað. Nakrir menn vóru troyttir av hasum enska larminum og vildu hava føroyskan dans her og nú!
Í dag er tað stóra og rúmliga bygdarhúsið, ið er karmurin um mennandi tiltøkini á Strondum.

Tónleikurin
Í 1963 leitaði Erhard sær til Havnar, har hann keypti sær ein el-gittara og ein forsterkara frá Simma. Væl lá fyri, og stutt eftir var hann ein habilur rytmugittarleikari.
Hann setti seg í samband við vinmenninir Tonny Thomsen, ið spældi sologittar og sang, og John Thomsen, ið spældi bass og eisini dugdi at syngja. Stutt eftir sá fyrsta píkatrásorkestrið á Strondum dagsins ljós, tað fekk heitið “Tónlist”.
Erhard sigur, at hann ongantíð gloymir fyrsta kvøldið teir upptraðkaðu í dansistovuni á Strondum. Hann, ið altíð bert hevði verið ein anonymur persónur í allari mongdini, var nú knappliga vorðin ein navnframur maður á Strondum. Øll hugdu eftir honum, so ikki var altíð lætt at samla seg um sjálva spælingina.
Seinni fingu teir eisini ein trummleikara upp í bólkin; tað var Símun Rasmussen. Av tí at hann eisini dugdi at syngja, mintu teir dag frá degi um eitt veruligt orkestur úr stóru verð. Fólk úr øllum krókum í Eysturoynni tustu til Strendur fyri at hoyra og síggja “Tónlist”. Einaferð var ein sangari úr Sumba sum æt Dánjal Petur á vitjan á Strondum. Hann hevði eina sera góða rødd, og tá ið hann eitt kvøldið sang sangin “Twist and Shout”, skríggjaðu konufólkini so mikið hart, at Erhard hevði ilt við at hoyra hvat hann sjálvur spældi og sang. Erhard sigur, at hetta eru ógloymandi minni.

Til Havnar
Tá ið Erhard var í besta aldri, 21 ár, flutti hann til Havnar, har hann var í seks ár. Hann átti eitt sindur av peningi á kistubotninum, men teir fingu skjótt bein at ganga á. Hetta ger tó minni, tí hetta vóru bestu árini í lívi hans. Ongantíð á levindini hevur hann havt tað so stuttligt, ja, góðu minnini eru óteljandi.
Tá eins og nú var Havnin “byernes by”. Har var hópin at fara til hjá ungdóminum, men man mátti hava okkurt at takast við til dagligt. Erhard fór í starv á einum lítlum slátursvirki í útjaðaranum í Tórshavn. Í frítíðini koyrdi hann hýruvagn, so hann lærdi skjótt Havnina at kenna sum sín egna buksulumma.
Tá á døgum var dansur onkunstaðnis í býnum minst tríggjar ferðir um vikuna. Størstu dansistøðini vóru Klubbin og Sjónleikarhúsið. Hvørt mikukvøld var dansur í Sjónleikarhúsinum. Í flestum førum vóru tað tveir tónleikabólkar, ið skiftust um at spæla har, hesir vóru Goggan og Tey av Kamarinum. Limirnir í hesum báðum bólkunum vórðu tá á døgum mettir at vera frægastu tónleikarar í landinum. Lagið “Alterkammeraten” var ein sonn landaplága, og tá ið hann varð spældur, fór alt fólkið uppá gólv.
Og so eiga vit ikki at gloyma Føroya svar uppá Elvis Presley og The Beatles – The Faroe Boys. Teir vóru ómetaliga góðir og væl umtóktir. Tá ið teir spældu, ráddi um at koma í góðari tíð – annars var ikki hugsingur um at sleppa inn. Í Sjónleikarhúsinum var pláss fyri einum 500-600 fólkum, men tá ið teir traðkaðu upp var húsið stústappað við fólki. Øll Havnin dansaði við, innan sum uttan. Her var talan um Rock and Roll fyri allan peningin.

Tey av Kamarinum
Tónleikurin hevur sum sagt altíð havt eitt stórt pláss í hjartanum hjá Erhardi. Sum frálíður fekk hann hug til at syngja og spæla í onkrum av kendu orkestrunum í Havn. Hann hevði hoyrt eitt graml um, at rytmugittaristurin í tónleikabólkinum Tey av Kamarinum var hildin uppat. Hann setti seg sosatt í samband við manningina í hesum bólkinum, og stutt eftir gjørdist hann limur í orkestrinum.
Tey, ið myndaðu henda bólk tá á døgum vóru Nicolina Jacobsen, sang, Eyðbjørn Jacobsen, sologittar, Áslakkur Jacobsen sang og harmonika, Jóhannus á Rógvu Joensen, bass. Ein trummuleikari var eisini, men Erhard minnist tíverri ikki navnið á honum.
Tey av Kamarinum vóru so at siga øll ein stór familja. Erhard minnist, at hann varð noyddur til at heilsa upp á gomlu móðir teirra, áðrenn hann fekk loyvi til at gerast limur í bólkinum. Henni dámdi hann væl, góðtók hann og so var sloppið.

Duravørur
Erhard hevði fleiri fyrifallandi arbeiði tey seks árini hann var búsitandi í Havnini. Millum annað var hann eitt tíðarskeið duravørur í Klubbanum, ið tá var Føroya størsta diskotek og dansistaður.
Og her hevði hann úr at gera. Spiritusforboð var, so ikki var loyvt at hava rúsandi løg við sær innar í hølini. Hetta hevði mangur maðurin ilt við at góðtaka, og klammarí var av hesum næstan hvørt kvøld. Einir tíggju manns vóru duravørar, og allir sum ein vandu teir judo í Havnar Judofelag. Erhard var føroyameistari, so hann var væl fyrireikaður um so varð, at onkur gjørdi seg inn á hann.
Hann minnist einaferð, tá ið ein manning frá einum bretskum trolara, tilsamans einir 25 manns, komu á gátt. Teir noktaðu at leggja brennivínsfløskurnar frá sær, og endin varð, at ein bardagi uttan líka stóðst av hesum.
Tað gekk so mikið harðligani fyri seg, at løgreglan varð boðsend. Teir vórðu noyddir til at gevast við dansinum tveir tímar fyrr enn ætlað, tí bardagi var stutt sagt í hvørjum króki í klubbanum. Tá var Erhard fegin um at hann var Føroya besti maður til Judo, tí burtur sæð frá eini skræddari skjúrtu og nøkrum fáum bláum merkjum, var hann væl fyri aftaná. Aðrir komu ikki so væl frá rokinum og endaðu á skaðastovuni.

Longsul
At enda í samrøðuni sigur Erhard Olsen, at viðhvørt kemur heimlongsulin spøkjandi. Sostatt vitjar hann oyggjarnar við jøvnum millumbilum, men hann hevur ongar ætlanir um at flyta heim aftur á klettarnar. Hann hevur meira enn nokk at takast við í Rødby.